Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Beinta Hjelm, lærari í Stóru Dímun, millum sínar báðar næmingar, Døgg og Sprota. Tekstur og mynd: Sonne Smith

Beinta Hjelm, lærari í Stóru Dímun, millum sínar báðar næmingar, Døgg og Sprota. Tekstur og mynd: Sonne Smith

Skúlablaðið: Beinta Hjelm hevur tveir næmingar í sínum lítla skúla í Stóru Dímun. 11 ára gamli Sproti gongur í 5. flokk, og 12 ára gamla Døgg gongur í 7. flokk. Foreldur Sprota og Døgg eru bóndahjúnini Eva og Jógvan Jón úr Dímun, sum annars eru læraralærd bæði tvey. Og her er hóskandi at leggja aftrat, at tey bæði, Eva og Jógvan Jón, eru sera væl nøgd við avtaluna við Skúlan á Fløtum um, at skúlin í Dímun er ein deild av Skúlanum á Fløtum.

Í Dímun hava tey avtalu við Skúlan á Fløtum í Havn, har Beinta er sett í lærarastarv. Sproti og Døgg hoyra til har, og Beinta er í Skúlanum á Fløtum ið hvussu er seks vikur um árið. Børnini eru eisini í skúla í Havn í eina viku í senn í til samans seks vikur um árið.

Børn, sum ikki ganga í tí, vit rópa ein vanligur skúli, skulu ganga í einum meginskúla minst seks vikur um árið. Tað vil siga, at tey kunnu leggja vikur aftrar. Til dømis ganga dímunarbørnini í meginskúlanum í Havn tvær vikur eyka í januar næsta ár. Altso átta vikur í Havn hetta skúlaárið.

Eva og Jógvan Jón hava hús og familju í Havn, so børnini eru altíð í góðum hondum.

Skúlin á Fløtum sendir lærarar út í Dímun, har Beinta er høvuðslærari meginpartin av árinum. Av og á taka tríggjar aðrir lærarar eina viku í part í Dímun. Hesir tríggir fara út at avloysa Beintu, so hon hevur starvsfelagar, og næmingarnir báðir síggja onnur fólk enn "bara" Beintu.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo