Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað er á Føroya Banka. Restin av línuflotanum liggur við bryggju. Av frystilínuskipunum eru tvey við Eysturgrønland og eitt undir Føroyum.
Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í síni meting fyri vikuna.
Streymurin er harður alla vikuna, men veðri verður gott, so tað verður helst nakað av útróðri, men fiskaríið er smáligt hjá bátunum.
Ein djúpvatnstrolari er úti og fiskar makrel, ein annar liggur við bryggju.
Tey flestu pørini eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið kundi verði betri.
Fýra trolbátar eru til fiskarí, tríggir á landleiðini og ein uttanfyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo