Fiskamarknaður Føroya: Eitt línuskip er vestanfyri, eitt eystanfyri og eitt á Føroya Banka. Tey fiska mest av hýsu, longu og brosmu og so nakað av havtasku og skøtu av Føroya Banka. Eitt frystilínuskip er í altjóða sjógvi og fiskar og fýra fiska við Føroyar.
Streymurin batnar sum vikan gongur. Veðrið verður gott fyrst í vikuni, men seinnapartin av vikuni verður veðrið heldur ivasamt til útróður. Tí verður helst nakað av útróðri fyrst í vikuni, men ikki nógv restina av vikuni. Fiskaríið er vánaligt.
Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu og kemur væntandi at landa fyrst í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo