Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaðurin: Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Tað kemur at landa í vikuni. Tað fiskar mest av longu og brosmu. Eitt frystilínuskip er við Ísland, fýra eru við Grønland, eitt er á og eitt er ávegis á Flemish Kap og so liggur eitt við bryggju. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.  

Streymurin er hampuligur og veðrið verður gott, so helst verður nógvur útróður í vikuni sum kemur. Fiskaríið er smáligt. Tað eru fleiri, sum fiska við snellu.

Tríggir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva og so er ein frystitrolari við Føroyar og ein er við Flemish Kap. Fiskaríið er smáligt við Føroyar.

Fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk, tvey pør fiska gulllaks og eitt par liggur við bryggju. Fiskaríið hevur verið hampuligt, men er minni nú. Tey fáa nakað av hvítfiski, mest av hvítingi, hýsu, longu og toski. Tey flestu landa í vikuni.

Tveir trolbátar eru norðanfyri og fiska mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Fiskaríið er brúkiligt. Báðir landa fyrst í vikuni. Væntandi fara nakrir avstað í næstum.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Fiskaríið er brúkiligt, og øll landa væntandi í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo