Tvey línuskip eru á Íslandsrygginum og koma væntandi at landa síðst í vikuni. Tey fáa mest av toski og svartkalva. Eitt er á Føroya Banka og eitt norðanfyri og koma tey helst at landa fyrst í vikuni. Tey fáa mest av hýsu og longu.
Tvey frystilínuskip koma at landa í vikuni. Tey hava mest av toski og so nakað av skøtu og kalva. Fýra onnur frystilínuskip fiska undir Føroyum.
Streymurin verður hampuligur til útróður, og veðrið sær út til at blíva brúkiligt í vikuni, so roknað verður við nakað av útróði. Fiskaríið er tó smáligt.
Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu og kemur møguliga at landa síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo