Vit hoyra ofta um stóru fyritøkurnar í Føroyum. Tú hugsar óivað longu um fleiri, men allir stórir vinnurekandi hava verið smáir einaferð.
Fyrr høvdu bygdir fleiri fyritøkur, ið framleiddu og umvældu til tørvin hjá fólki í bygdini og grannabygdum.
Nógvir handverkarar róku egið virki. Hvørt húsarhald var sjálvstøðug eind og framleiddi amboð, klæði, mat o.t. til sín sjálvs.
Hvørt hús var knýtt at sínum báti, ið fiskaði til lívsins uppihald hjá fleiri húskjum.
Í dag er hetta broytt. Býirnir er vorðnir miðdeplar fyri handlar, virkir, flutning, fiskavirkir, tænastur og arbeiðspláss.
Havnin er gott dømi um hetta. Hon er karmur um íverksetan og heimstaður hjá eini ørgrynnu av smærri og miðalstórum fyritøkum. Tú finnur tað mesta í Havn:
Bliverkstaðir, matstovur, hárfríðkarar, teldufyritøkur, venjingarmiðstøðir, smærri ídnað og ymiskt virksemi til vælveru v.m.
Men tað er ikki bara í Havn, at skapandi hendur eru til verka.
Um allar Føroyar finnast smærri fyritøkur og sjálvstøðug vinnurekandi, sum dag og dagliga tæna okkara tørvi og eftirspurningi.
Í Føroyum eru 100-tals smærri fyritøkur og sjálvstøðug vinnurekandi, sum hava fleiri fólk í starvi.
Skapa flest arbeiðspláss
Hesar smærri fyritøkur eru arbeiðspláss hjá 1000-tals føroyingum og nú eisini útlendingum við.
Av teim uml. 28.000 føroyingum í løntum arbeiði eru góð 60% ella uml. 17.700 í vinnugeiranum.
Restin, eini 10.300 arbeiða fyri kommunur, land og teirra stovnar.
Størsti parturin av hesum starvsfólkum í vinnuni arbeiða í smærri virkjum.
At byrja sítt egna virksemi er váðafult. Mong verða lønt fyri teirra dirvi og longu arbeiðsdagar, meðan onnur ikki eydnast eins væl.
Tó eru fleiri, sum taka kjansin, leggja alt í leypin og snara hjólinum.
Ágrýtni, áhaldni og hart arbeiði ber hesi fram á mál. Tað eru hesi, sum hava dirvið at bróta úr nýggjum og slóða fyri nýhugsan og nýskapan.
Hægri skattur, hægri løn, almennar ásetingar, styttri arbeiðsvika og hægri arbeiðsgevaragjøld, raka smærri fyritøkur og sjálvstøðug vinnurekandi sera meint. Fyri summar gerst hetta mønustingið.
Hetta forðar teimum í at vaksa og at skapa fleiri arbeiðspláss.
Størri fyritøkur kunnu betur standa ímóti almennum reguleringum á ein hátt, sum smærri fyritøkur og serliga nýggir íverksetatarar ikki kunnu. Hetta sóu vit undir korona.
Hetta vil Fólkaflokkurin
Fólkaflokkurin vil, at:
-
Smærri fyrtøkur og sjálvstøðug vinnurekandi lættari skulu kunna bjóða uppá almenn arbeiði.
-
Smærri fyritøkur og sjálvstøðug vinnurekandi skulu hava færri fíggjarligar byrðar, so teirra vøkstur ikki verður avmarkaður.
-
Kringvarpgjald tll fyritøkur skal avtakast.
-
Sjálvstøðugt vinnurekandi skulu verða betur stillað í mun til barsilskipanina. Allir arbeiðsgevarar, ið hava tímalønt starvsfólk, skulu javnsetast, tá tað ræður um sjúkradagar hjá starvsfólki.
Okkara stóru vinnuvirkir tryggja ein støðugan vinnugeira.
Men nýggj virki hjá smærri íverksetarum skapa flest arbeiðspláss og fíggjarligan dynamikk í búskapinum.
Tí stuðla vit ágrýtni og áræði. Vit eru fyri íverksetarar og arbeiðsskaparar.
Vel Lista A, Fólkaflokkin.
Grímur Sundstein, valevni
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo