Filmsfelagið: Eitt stórbýarrák er, sum bendir á, at fólk vilja sleppa at síggja film í sínum rætta elementi, tað er í biografinum, har eisini onnur koma.
Ein hin kendasti biografurin í miðbýnum í Keypamannahavn, Grand Teatret, hevur nú keypt seg inn í lítla biografin Gloria.
Grand hevur í mong ár rikið filmsleigufelagið Camera, sum síðan 1984 hevur útvegað føroyska Filmsfelagnum flestu listaligu evropeisku filmar, so hvørt teir koma fram og verða virðisløntir.
Í stórbýum úti í heimi, serliga New York, spretta smáir alternativir biografar.
Í høvuðsstaðnum eiga vit ein biograf, sum í dag er hin einasti í landinum, Havnar Bio.
Undir navninum Filmsfelagið verða nýggir listaliga áhugaverdir og virðisløntir filmar settir á skrá hvørt mikukvøld.
Í kvøld er til dømis útselt til danska heimildarfilmin Før Stormen, sum verður sýndir ísv umhvørvisvikuna.
Onkuntíð vísir Filmsfelagið tó eisini klassikarar frá Cinemateket hjá Danska Filmstovninum.
Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo