![](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/Sverri-Bjarging.jpg)
![](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/Sverri-Bjarging.jpg)
Ein útróðrabátur sum var á veg út av Sørvági tíðliga í morgun mátti biðja um hjálp, tí hann endaði uppi á Skerhólmi.
MRCC fekk boðini klokkan 6.22 og bjargingarbáturin Sverri var sendur til hjálpar.
Sverri sleipaði bátin aftur á Sørvág.
Greitt er ikki, hvussu stóran skaða báturin fekk, ella um hann fór at leka.
Ein maður var við bátinum sum rendi á Skerhólm.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo