Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ólavur Frederiksen tók hesa myndina av ómetaliga langa halanum av bilum við fólki, sum fóru at lata seg kanna fyri koronu.

Ólavur Frederiksen tók hesa myndina av ómetaliga langa halanum av bilum við fólki, sum fóru at lata seg kanna fyri koronu.

Ólavur Frederiksen tók hesa myndina av ómetaliga langa halanum av bilum við fólki, sum fóru at lata seg kanna fyri koronu.

Fróðskaparsetrið: Føroyar kláraðu seg lutfalsliga væl gjøgnum koronakreppuna. Men hví? Og hvussu stórur partur av orsøkini lá í sjálvari kreppustýringini?

Henda spurningin viðger greinin Small but sturdy: lessons on robust crisis governance from the Faroe Islands, sum Rógvi Olavson, ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, júst hevur fingið út í Small States and Territories Journal á University of Malta.0/

Kanningin av COVID19-stýringini vísir millum annað, at treystið í Føroyum sæst aftur í eini javnvág millum stabilitet og broyting, sum eisini hóskaði væl til eitt lítið samfelag sum tað føroyska. Skjótleiki og smidleiki høvdu ein stóran leiklut í føroysku kreppustýringini.

Hóast myndugleikar og stovnar vóru lutfalsliga ófyrireikaðir til COVID19-kreppuna, vísti tað seg, at førleikin til at bera skjótt at og broyta kós í eini handavending legði upp fyri vantandi politiskari viðgerð og fyrisitingarligari planlegging.

Niðurstøðan er, at skulu myndugleikar kunna stýra við treysti í baldrutum støðum, so hava spurningar um tíð og temporalitet avgerandi týdning. Serliga er týdningarmikið at finna røttu javnvágina millum skjótleika øðrumegin og politiska viðgerð hinumegin.

Hóast føroyska COVID19-stýringin ikki var lýtaleys, og hóast stórar avbjóðingar vóru í samfelagnum undir hesum avbjóðandi tíðarskeiði, so vísir kanningin, at eitt lítið og viðbrekið samfelag megnar at seta í verk treystar stýringshættir, sum fáa sum mest burturúr, at samfelagið er lítið, og sum í stóran mun leggja seg upp at skjótleika og smidleika.

Greinin kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo