Føroya Bjór: Nýggj tøkni ger tað møguligt, at endurvinna CO2 frá bjór framleiðsluni og endurnýta tað sum brús til sodavatn.
Nú er seinasta hond løgd á anleggið til uppsamling av CO2 frá bjórframleiðsluni á Føroya Bjór.
Dalum Beverage Equipment hevur útvega nýggju tøknina, ið ger, at vit spara náttúruna og umhvørvið fyri CO2 og at nærum onki CO2 frá bjór framleiðsluni framyvir fer út í atmosferuna.
Tað var ein errin veitari, ið handaði stjóranum á Føroya Bjór hesa CO2 vinaligu loysnina á Føroya Bjór í dag.
Ein burðardygg vinna
Føroya Bjór hevur síðani 1888 strembað eftir at arbeiða burðardygt.
Endurnýtsla, umframt at ansa eftir spill framleiðslu, er ein partur av grønu menningarætlanini hjá Føroya Bjór.
- So hendan nýggja íløgan er sanniliga eitt stórt stig á grønu kósini, siga tey frá Føroya Bjór.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo