- Hetta hevur heilt vist gjørt, at fleiri eru vorðin áhugað í skaldskapinum hjá Williami, sigur abbadóttirin, Elisa Heinesen, við KVF.
Tá danski astronauturin, Andreas Mogensen, fyri hálvum ári síðani fór á Altjóða rúmdarstøðina, ISS, hevði hann nakrar lutir úr kongarríkinum við sær. Ein var eitt ullint slips hjá Willami Heinesen.
Miðlarnir gjørdi nógv burtur úr mánadagin og týsdagin, tá Andreas Mogensen og hinir tríggir rúmdarfararnir fóru av ISS og í lítla farið, Space X Dragon, sum skuldi flúgva teir niður á jørðina.
Sent var beinleiðis frá spennandi ferðini, og millionir um allan heim fylgdu við.
Teirra millum Elisa Heinesen, abbadóttir William. Hon fegnast um, at ullinta slipsið er komið aftur á Jørðina í øllum góðum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo