SkySports skrivar at dómararnir sum dømdu Manchester United - Wolverhampton sleppa ikki at døma nakran dyst í komandi umfari í Premier League.
Funnist hevur verið hvassliga at teimum, tí teir ikki dømdu brotsspark til Wolves í yvirtíðini tá United-málverjin André Onana brast inn í ein Wolves-leikara.
Nú eru hvørki dómarin Simon Hooper, videodómarin Michael Salisbury ella assisterandi videodómarin Richard West á listanum yvir teir sum skulu døma komandi umfar, skrívar norska TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo