Í gjárkvøldið stóðu tveir kavarar endaligu royndir sínar, í samband við útbúgving innan vinnukaving.
Næmingarnir hava tikið útbúgving innan kaving við luftveiting av vatnskorpuni.
Á myndunum síggja vit íslendingin Alexander Frey V. Simm og føroyingin Sjúrð Poulsen gera seg klárar at kava. Eisini síggja vit næmingarnar eftir endaligu royndina saman við próvdómaranum Hera Mørkøre og læraranum Janusi Joensen.
Tað er eftirspurningur eftir kavarum við hesum vinnubrøvunum.
Báðir kavararnir hava fingið bjóðað arbeiði, tá teir hava fingið síni prógv og vinnubrøv.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo