Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sláið Ring: Í hesum døgum eru 70 føroyingar á NORDLEK 2024 í Arendal, Noregi, har tey dansa føroyskan dans og aðrar norðurledskar fólkadansir.

Nordlek er norðurlendskt samstarv við endamálinum at styrkja norðurlendska fólkamentan, serliga fólkadans og fólkatónleik.

Tað vóru tríggir býir, ið bjóðaðu seg fram at hýsa NORDLEK 2024, og í Arendal eru tey sera errin av at vera vertir fyri hesa stórfingnu stevnu. Tey seta ein stoltleika í at hava eitt ríkt mentanarlív, og NORDLEK 2024 er við til at fremja júst tað.

Her er nógv at uppliva – fyrst og fremst gleðin og felagsskapurin við at dansa, men eisini mangt annað. Fólk eru ílætin fólkadraktir, vit samskifta á norðurlendskum og fleiri enn 170 virksemi eru, so sum konsertir, framsýningar av fólkabúnum og ymisk skeið, t.d. at virka hosubond, gera staðbundnan mat og bókbinding.

Hvørt kvøld eiga ymsu londini dansigólvið í ein hálvan tíma, at læra hini at dansa sínar dansir. Tá vit áttu tørn í gjárskvøldi kvóðu vit Stolt Signhild, Nordan for Trondhjem, Harra Pætur og Elinborg og Flóvan Bænadiktsson. Hetta var sera væl móttikið, og serliga merkisvert var at hinir norðurlendingarnir dugdu fleiri av vísunum, onkur allar. Tá okkara tíð var liðin, bóðu tey okkum kvøða eitt sindur meira, og gamaní, vit kvóðu Sinklars vísu og Ole Morske. Afturvendandi norðurlendsku stevnurnar ger hetta møguligt – at ein normaður og ein svii kunnu kvøða á føroyskum, og vit dansa teirra siðbundnu fólkadansir.

Føroyingar hava luttikið á slíkum stevnum líka síðan 1932. Farin ættarlið eru blivin partur av hesum samstarvinum, og hava sett við. Í dag eru fólk, sum hava luttikið á Nordlek legum síðan í 90’unum, og tað er ein fragd at síggja vinir, sum hittast; samanhaldið og vinalagið, sum er uppbygt hetta langa tíðarskeiðið.

Leiðarin í Noregs Ungdomslag, Torbjørn Bergwitz Lauen, segði tað so væl í setanarrøðu síni:

“NORDLEK er ein heilt unik møteplass. Der kulturar møtast. Der generasjonar møtast. Der nye, og gamle, vener møtast.

Det er få, eller ingen, plass som NORDLEK. Det er bare her ein selskinnskledd grønlender kan danse finsk menuett med den danske bestemora til sin svenske kjæreste, mens eit norsk spelemannslag speler ålandsk musikk. Det er bare her du møter HEILE den nordiske folkekulturen samla på eitt dansegolv.”

20 ung í aldrinum 15-25 ár fóru undan til Noregs at luttaka á ungdómsstevnu. Hesi hava eisini knýtt millumtjóða vinabond gjøgnum fleiri ár, og dansa og hugna sær saman. Hesi samskifta á “blandinaviskum”, og Nordlek er í holt við eina málverkætlan, har hesi ungu læra málini hvør hjá øðrum. Tað er av stórum týdningi at varðveita málsliga felagsskapin, søguliga felagskapin, felags mentanargrundarlagið og -fatanina, og hesir unglingarnir eru serstakliga hugagóðir og dugnaligir – og tað besta, vit kunnu gera fyri mentan okkara er at halda hana í hevd og menna hana, soleiðis at fleir ættarlið taka hana til sín og gera hana til sína egnu.

Varaborgarstjórin í Arendal, Inger Brokka de Ruiter ynskti okkum góða stevnu og legði dent á týdningin av ikki einans at hava nakað at liva av, men eisini nakað at liva fyri, og taðer  samanhaldið sanniliga.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo