Hagastýrið í Slættaneshaga: Vísandi til Ferðavinnulógina, sum kom í gildi 1. juni 2024 vilja vit við hesum kunna um, hvat gjald hagafundurin í Slættaneshaga hevur ásett fyri at brúka hagan í vinnuligari ferðavinnu.
Prísur pr. ferðafólk er 100 krónur. Um farið verður uttan at boða hagastýrinum frá verður eitt avgreiðslugjald á kr. 5.000 lagt omaná samlaða prísin.
Prísur fyri at seta tjald upp í haganum EUR 50 pr. tjald pr. nátt.
Hagastevnan er samd um, at hesir prísir verða galdandi fyri 2024 og 2025. Um tað á hagastevnu á vári 2025 verður ásettur nýggjur takstur, verður hesin at galda frá 1. januar 2026.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo