Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er at fegnast um, at peningur er til taks til íløgupartin av nýggjum barnagørðum, skúlum, ellisheimum og sambýlum í Tórshavnar kommunu.

Samstundis má sjálvsagt setast krav um nøktandi fígging av rakstrinum eisini, í formi av hóskandi normering og virðiligum umstøðum hjá teimum, sum virka á staðnum.

Uttan heit hjørtu og fjálgar hendur at vera um tey, sum hava tørvin, er tænastustøðið als ikki nøktandi.

Ein bygningur í sjálvum sær er ikki loysnin, bara partur av loysnini.

At nýta peningin skynsamiliga er eisini at lækka um fjarstøðuna millum tann útinnandi og avgerðarmyndugleikan, altso at minka um leiðsluløgini, soleiðis at heimildin at loysa ein trupulleika er so nær sum gjørligt, har trupulleikin stendst.

Skal tað eydnast, at tiltrekkja vælútbúgvin starvsfólk til eitt nú dagstovnaøkið í framtíðini, er neyðugt at seta sjóneykuna á tað, sum er grundin til avbjóðingarnar í dag.

Støðan á nøkrum dagstovnum í Tórshavnar kommunu er sera vánalig og hevur verið tað leingi, tí foreldur alsamt liva í óvissu, um hvussu leingi ansing er tøk tann dagin ella ta vikuna.

Tíðin er kanska búgvin til at endurskoða avgerðina um at  avtaka dagrøktartilboðið til barnafamiljur.

Tað sýnist at vera vaksandi áhugi millum ung foreldur í dag, at vera heima hjá barninum longur enn bara fyrsta árið.

Varð dagrøkt sett á stovn aftur, vildi tað givið foreldrum eitt tilboð afturat teimum verandi, sum uttan iva eisini vildi verið ein betur loysn fyri nøkur børn.

Harvið kundu foreldur, sum ynskja at ansa sínum børnum heima, sjálvi havt eitt tilverugrundarlag, umframt verið partur av eini betri og meiri fjølbroyttari loysn innan barnaansingarøkið. 

Anna Margretha Otthamar
valevni hjá Miðflokkinum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo