Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Á Umhvørvisvikuni, sum í ár verður dagarnar 4.-11. mai, verður sjóneykan sett á nógvu klæðini, sum verða keypt.. Hetta er tað, sum verður rópt ”fast fashion” á enskum og “skundmóti” á føroyskum.

Skundmóti snýr seg í stuttum um, at klædnaframleiðarar gera vørur, sum fylgja seinasta mótanum, og sum kunnu keypast fyri rímiligar prísir. Hetta førir til ovurnýtslu, ikki minst tí klæðir, sum vóru modernað fyri einum ári síðani og kanska enn ikki eru slitin, verða skift út við tað, sum er modernað nú. Fyri at fáa ferð á framleiðsluna og søluna verður hugsað um nøgd heldur enn góðsku. Lága góðskan merkir eisini, at klæðini ikki halda serliga leingi, og tí noyðist brúkarin oftari at keypa nýggj klæðir, samstundis sum gomlu klæðini ikki eru nóg góð til endurnýtslu.

Skundmóta-sølubúðir eru eisini farnar at arbeiða út frá, at klæðini, sum verða seld, bert verða brúkt nakrar fáar ferðir, áðrenn tey verða burturbeind. Lágu prísirnir og títtu vørubroytingarnar skulu eggja keyparum til at koma í handlarnar og keypa klæðir oftari. Av tí sama enda klæðir, sum ikki verða seld, og klæðir, sum eru farin av móta, ofta sum burturkast.

Okkara klædnaovurnýtsla er ikki burðardygg. Vit gjalda minni fyri fleiri klæðir, men tá ið samanum kemur, eru tað fólk aðrastaðni og umhvørvið, ið sita eftir við rokningini og avleiðingunum. Og hagtøl vísa, at ein persónur framleiðir 16 kg av klædna-/toyburturkasti um árið.

Hetta og annað í sambandi við klædnaovurnýtslu fer Umhvørvisvikan 2019, sum verður í viku 19, at seta á breddan. Við fyrilestrum og verkstovum verður ljós varpað á millum annað, hvussu vit kunnu endurnýta og umskapa klæði, og hvussu vit kunnu duga betur at velja burðardygg klæðir, tá ið vit keypa nýtt.

Skráin verður at síggja á facebook.com/umhvorvisvikan og verður somuleiðis borin út til hvørt húsarhald í Tórshavnar kommunu mánadagin 29. apríl.

Og skráin sæst eisini HER.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo