Skúlablaðið: Fólkaskúlalógin er frá 1997; í løtuni endurskoðar ein arbeiðsbólkur lógina, og sum skilst koma fyrstu tilmælini um dagføringar í næstum. Tað er umráðandi, at fólkaskúlalógin verður dagførd, soleiðis at skúlin møtir barninum, soleiðis sum barnið er í dag, heldur trivnaðarráðgevin í Námi.
- Fyri hálvari øld síðan vóru børn serfrøðingar í at tillaga seg umstøður og karmar. Næstan sama hvussu umstøðurnar vóru, so góvu børn seg undir tað, sum var, ikki minst myndugleikan.
- Í dag eru vit farin í hina veitina og finna okkum ikki í ringum ella vánaligum umstøðum og kørmum. Uttan at skula aftur til tann svarta skúlan, so mugu vit skapa nakrar tryggar og góðar karmar og møta barninum og skilja tað.
- Felagsskapurin er undir trýsti; eg meti ikki, at hetta er tí, at børn eru egoistar, sum summi vilja vera við, men tí at tey liva í einum samfelag, har krøvini eru stór, ferðin er stór, og tey verða órógvað á nógvum mótum, sum tey ikki vórðu fyrr, sigur Tóra Petersen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo