Føroyar og Danmark hava eina greiða avtalu sínámillum um, hvørja upphædd danir skulu rinda Føroyum árliga umvegis donsku fíggjarlógina!
Tað var ein stórur dagur, tá ta miðskeiðis í áttatiárunum varð samtykt av øllum politisku flokkunum á Løgtingið uttan sambandsflokkinum, at refusiónsskipanin skuldi avloysast av blokkinum.
Avtalan varð fyrst og fremst gjørd fyri at fáa føroyingum fullan ræðisrætt á teimum málsøkjum, ið áður vóru sokallaði felagsøki!
Nú verður avtalan um blokkin á hvørjum ári brotin av tveimum føroyskum fólkatingslimum, ið ganga sum tveir biddarar á Christiansborg við lógvunum uppeftir og gera Føroyar til eina stakkalatjóð!
Megna føroyingar einki sjálvir?
Seinasta dømi er, at hvørki løgting ella landsstýri eftir terra tykki eru før fyri at skipa fyri føroyskum ítróttar- og mentanarframtøkum, men at Fólkatingið og danska stjórnin nú aftur skulu avgera, hvørji og hvussu komandi framtøk skulu fremjast!
Nú er tað danska fólkatingið - og ikki føroyskir mynduleikar - ið m.a. skal gera av, hvørt ein føroysk stórhøll skal byggjast á Strondum ella í Tórshavn!
Hóast eg sjálvur haldi, at høllin liggur munandi betur í Tórshavn, og eg í so máta eri í parti við danska meirlutanum, tá atkvøtt verður í Fólkatingssalinum, so kennist tað sum eitt vónbrot, ein stór skomm og sum ein niðurgeran av Føroyum og føroyingum, sum sitandi løgting og løgtingsmeirluti her tigandi góðtekur.
Sjálvsagt eiga Løgtingið, landsstýrið og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at krevja, at danska politiska valdi heldur fingrarnar burtur frá yvirtiknum føroyskum sermálum!
Og sjálvsagt eiga tey øll at raðfesta føroysku ítróttina og føroyskt mentanarlív so frammalaga, at donsk íblandan í hesi serføroysku málsøkini ikki er neyðug!
Sv. Aage Ellefsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo