Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Tað er ikki rætta gøtan at ganga at gera tað truplari hjá arbeiðsgevarum at hava starvsfólk við nógvari sjúkrafráveru í starvi.

Tað var greiði boðskapurin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag á hoyringsfundi um ætlaðu broytingarnar í dagpeningaskipanini í trivanaðarnevndini hjá Løgtinginum í farnu viku.

Gerast broytingar hjá landsstýrinum veruleiki, kann avleiðingin verða, at løntakarar við nógvum sjúkradøgum verða trýstir út av arbeiðsplássinum.

Tá er lítið vunnið.

Taka sosiala ábyrgd
Nógvir føroyskir arbeiðsgevarar taka stóra sosiala ábyrgd við at hava fólk í starvi, sum hava eitthvørt at stríðast við, tað kann vera ringa heilsu ella nógva sjúkrafráveru.

Um kostnaðurin at hava hesi starvsfólk í starvi økist munandi, kann avleiðingin gerast, at arbeiðsgevarar ikki longur kunnu hava hesi starvsfólk til arbeiðis.

Sostatt er vandi fyri, at broytingarnar í dagpeningaskipanin fara at raka tey starvsfólk, ið hava verri við at klára seg á arbeiðsmarknaðinum.

Øktur kostnaður fyri arbeiðsgevaran
Stendur tað til landsstýrið skulu arbeiðsgevarar endurrinda í alt góðar 13 milliónur krónur meira til dagpeningaskipanina komandi ár.

Verandi skipan er, at arbeiðsgevarin endurrindar Almannaverkinum fyri fyrsta og annan sjúkradag hjá fólki, ið hava rætt til dagpening.

Sostatt er ætlanin, at arbeiðsgevarar - í einum høggi - fara frá at rinda fyri tveir fráverudagar og upp til sjey fráverudagar.

Ein skundloysn
Átakið verður lýst sum eina sparing, men talan er ikki um eina sparing. Endamálið við broytingini er hinvegin at flyta útreiðslur frá landskassanum yvir á arbeiðsgevarar.

Heldur enn at seta munagóð átøk í verk fyri at tálma útreiðsluvøksturin á fíggjarlógini fyri 2024, er hetta ein óumhugsað skundloysn hjá landsstýrinum at pynta upp á úrslitið á fíggjarlógaruppskotinum.     

Lesið, hvat Føroyar Arbeiðsgevarafelag heldur um ætlanina hjá landsstýrinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo