Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning 52-043/2024 eftir § 52a í Tingskipanini frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, um stjórasáttmálar í Posta og øðrum partafeløgum.

Fyrispurningurin er soljóðandi
1. Hvørjar tankar ger landsstýrismaðurin sær, nú tað er komið fram, at stjórin í Posta skal hava bæði fráfaringarløn og bonus, tá hann sambært nevndarformanninum sjálvur hevur sagt upp, og nevndin harmast um uppsøgnina?

2. Hvussu er støðan í dag við stjórasáttmálum í hvørjum einstakum almennum partafelag, tá tað kemur til bonus-avtalur, uppsagnartreytir og líknandi?

3. Er landsstýrismaðurin nøgdur við støðuna, og um ikki, hvørjar broytingar ætlar hann at gera?

Svar:
Til spurning nr. 1

Tað almenna skal ikki vera lønarførandi, er mín greiða fatan. Tá Posta seinastu ferð setti nýggjan stjóra, gjørdi eg tí fyri nevndarformanninum greitt, at tað skuldi vísast hóvsemi við vanligu stjóralønini og at bonus skuldi verða knýtt at ítøkiligum avrikum. Hetta varð eisini gjørt, og nýggi stjórin fekk munandi minni í løn enn tann undanfarni. Eisini havi eg havt eitt gott samskifti við nevndarformannin í Føroya Tele um lønarpolitikkin fyri leiðsluna har.

Eg havi umrøtt fráfaringaravtaluna við nevndarformannin, og hann hevur veitt mær vissu fyri, at nevndin metti bonusavtaluna at vera innan fyri karmin av sáttmálanum, av tí at nevndin var nøgd við tað arbeiðið, ið stjórin hevði avrikað, fyri at venda gongdini í felagnum. Hetta haldi eg tískil eigur at koma fram í málinum.

Til spurning nr. 2
Stjórin í Føroya Tele fór munandi niður í løn í mun til, hvat hann fekk í Grønlandi og nýggi stjórin í Posta fekk eisini væl minni í løn enn tann undanfarni. Fleiri sáttmálar í almennu partafeløgunum eru gjørdir áðrenn mína tíð sum landsstýrismaður og fleiri liggja undir øðrum aðalráðum. Tað er eisini ilt at siga, hvør løn er tann rætta, tí tað eru ymisk lønarløg og viðurskifti innan ymisku virkisgreinarnar.

Til spurning nr. 3
Sum nevnt havi eg sum landsstýrismaður mælt nevndunum til hóvsemi, og teir sáttmálar, ið hava verið gjørdir í mínari tíð, meti eg at hava hildið seg innan fyri normar um løn í almennum partafeløgum, sum t.d., at bonus skal vera tengt at ítøkiligum avrikum og ikki skal vera yvir 25% av árslønini og at fráfaringarsamsýningin ikki eigur at vera hægri enn 12 mánaðarlønir.

Eg ætli mær at taka samsýningarpolitikkin upp við nevndirnar á næsta fundi fyri at tryggja, at øll feløgini eru á rættari kós hesum viðvíkjandi.

Tó at mælt verður til hóvsemi, tá nýggir stjórar verða settir, slepst illa undan, at teir hava ábyrgd av milliardavirðum hjá landinum og at teir tí skulu hava eina kappingarføra løn.

Bjarni K. Petersen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo