Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fólkaflokkurin: - Hóast nógv er gjørt í Tórshavnar Kommunu, er tað framvegis sera nógv, sum liggur eftir á láni til komandi býráð at avgreiða. Eg fari við hesum at gjøgnumganga nakað av tí, ið er avrikað, og tað, sum vit í Fólkaflokkinum ynskja at sett verður á skrá næstu árini. Tað sigur Birgir Nielsen, sum er býráðslimir fyri Fólkaflokkin í Tórshavnar Kommunu.

Í fýra ár hevur Birgir Nielsen sitið fyri Fólkaflokkin í Tórshavnar Kommunu. Hóast Fólkaflokkurin tíverri ikki hevur verið partur av sitandi meiriluta, so hevur ta verið eitt gott samstarv millum Fólkaflokkin og meirilutan í býráðnum í flest øllum málum.

- Sum borgari í Tórshavnar Kommunu eri eg ikki sørt errin av tí ovurhonds stóru menning, sum okkara kommuna hevur verið fyri síðstu mongu árini.

- Fólkaflokkurin ynskir altíð at stuðla góðum trivnaði í Tórshavnar Kommunu:
Fremsta málið hjá Fólkaflokkinum og Birgir Nielsen er at betra um trivnaðin hjá okkara borgarum. Tískil hevur Birgir Nielsen altíð verið við at stuðla meirilutanum í býráðnum, tá talan hevur verið um mál, sum hava ta endamálið. Nevnast kunnu fylgjandi játtaðu mál, sum Birgir Nielsen og Fólkaflokkurin hevur tikið undir við:

  • Yvir 600 fleiri grundøki og bústaðarmøguleikar eru farin í gongd á Ovara Argjahamri, Millum Horna, á Stórutjórn, Við Oyggjarvegin, umframt í Kollafirði, Signabø, Velbastað og í Kaldbak, sum skulu betra um framtíðar bústaðarmøguleikarnar hjá borgarunum.

  • 28 nýggj vinnustykki á Ovara Hjalla, sum koma at geva munandi betri umstøður til vinnuna í kommununi.

  • Nýtt ellisheim við eldraíbúðum í Hoyvík og fyrireiking til nýtt ellisheim í Kollafirði, sum fer at betra um røktartørvin hjá okkara eldru borgarum.

  • Nýggj stórhøll í Hoyvíkshaganum, sum Tórshavnar Kommuna tryggjaði kundi verða liðug í 2025. Hetta fer at betra mundandi um framtíðarmøguleikarnar hjá okkara ítrótti og ferðavinnu.

  • Nýggjur innkomuvegur við tunnli, sum fer at betra munandi um ferðsluna inn í Havnina.

- Vit mugu seta okkum enn hægri trivnaðarmál fyri framtíðina
- Bara fýra seinnu árini er nettofólkatalið økt við 1.464 fólkum. Hetta svarar til at 366 fólk løgdust afturat í meðal um árið síðani 2020. Í juni 2024 er fólkatalið komið heilt uppá 23.300 borgarar.

##med2##

- Vøksturin í skatta- og avgjaldsinntøkum hjá Tórshavnar Kommunu hevur vegna vøksturin í fólkatalinum eisini verið stórur síðstu árini. Inntøkurnar fyri 2024 væntast at verða yvir 1,3 mia.kr.

- Hóast vit síggja, at fólkatalið og inntøkurnar vaksa, og Tórshavnar Kommunu er ein kommuna, fólk ynskir at búgva í, mugu vit ikki halda uppat at seta okkum hægri trivnaðarmál. Framvegis er nógv, sum liggur eftir á láni til komandi býráð at avgreiða.

Tað sum Fólkaflokkurin og Birgir Nielsen høvdu ynskt, varð sett á skrá næstu árini, er m.a. fylgjandi:

  • Okkara ungu mugu fáa enn betri møguleikar til fleiri grundøkirtil fjølbroytta bygging av raðhúsum, sethúsum, íbúðum og lutaíbúðum. Prísurin á bústøðum má og skal lækkast við einum hægri útboði, um okkara ungu skulu hava møguleika at seta føtur undir egið borð.

  • Okkara eldru borgarar mugu fáa betri møguleiki til eldraíbúðir til leigu.

  • Parkeringstunnil ella parkeringshús má gerast fyri at betra um parkeringsmøguleikarnar.

  • Barnaansingin má skipast enn betur, so nøgdsemi hjá starsvfólkum og foreldrum verður betri.

  • Meira peningur má játtast til viðlíkhald av kloakkum, vatnleiðingum og til asvaltering av vegum í kommuni. 

  • Peningur eigur at setast av at umbyggja Bacalao bygningin til ein mentanarligan og ítróttarligan miðdepil, okkara ungdómi til frama.

  • Stuðulin til ítróttarfeløg í kommununi eigur at skipast enn betur soleiðis at smærri ítróttargreinarnar fáa ein enn størri part av játtanini.

  • Allar úttreiðslurnar hjá kommunini eiga at verða neyvt eftirhugdar, soleiðis at at meira fæst fyri peningin í framtíðini.

- Fólkaflokkurin ynskir at føra ein borgarligan politikk við frælsi til tann einstaka, eisini í Tórshavnar Býráði.

- Vit ynskja at okkara borgarar og vinna skulu hava frælsi at velja at búgva og virka í Tórshavnar Kommunu, og at trivnaðurin hjá øllum borgarum, frá ungum til eldri,  kann gerast enn betri framyvir.

- Fari við hesum at ynskja Tórshavnar Býráð og øllum borgarum í Tórshavnar Kommunu og í Føroyum eina góða Ólavsøku og eitt framhaldandi gott summar, sigur Birgir Nielsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Tórshavnar Býráð.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo