Skúlablaðið: Tá ið skjøtul var settur á verkætlanina at byggja nýggja skúla við Streymin, var ætlanin at leggja smáu skúlarnar saman við táverandi skúlunum, Felagsskúlanum og Norðskála-Oyrar skúla.
Fólk í Hósvík og Hvalvík tóku ikki væl ímóti hesi ætlanini, og tá ið ein fólkaatkvøða staðfesti, at fólk vildu varðveita skúlarnar í báðum bygdunum, tódnaði Skúlin við Streymin eitt sindur.
Sostatt eru tríggir skúlar í Sunda kommunu: í Hósvík eru 10 næmingar í 1.-3. flokki, í Hvalvík eru 23 næmingar í 1.-3. flokki, og í stóra Skúlanum við Streymin eru 242 næmingar í 1.-10. flokki.
At meginskúlin hevur fingið so góðar og nýtímans karmar í einum spildurnýggjum skúla, ger, at tað eisini er næmingatilgongd úr bygdunum, sum vilja varðveita bygdaskúlarnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo