Skúlablaðið: Næmingar í 5., 7. og 9. flokki eru í nýggju trivnaðarkanningini spurdir, um tað kemur fyri, at teir ikki fara í skúla, hóast teir ikki eru sjúkir. Rákið síðstu árini hevur verið, at talið á teimum, sum ikki fara í skúla, veksur nógv. Ikki minni enn 37 prosent siga, at tað gera teir viðhvørt. Tá ið teir verða spurdir, hví teir ikki fara í skúla, er orsøkin mangan innari viðurskifti og í høvuðsheitum vantandi orka, harnæst strongd, svøvntrupulleikar og kenslan ikki at hava tað gott.
Jónleif Johannesen, formaður í Skúlaleiðarafelagnum, undrast á, at einki tilmæli er í trivnaðarkanningini, sum vendir sær til næmingar og foreldur.
- Vantandi orka og svøvntrupulleikar eru ikki trupulleikar, skúlin kann loysa einsamallur. Tað er í nógv størstan mun foreldrini, sum kunnu hjálpa næmingunum við tí. Tá ið eg spyrji næmingar, hvussu nógv teir hava sovið, so hoyri eg aftur og aftur, at teir hava sovið alt ov lítið, ofta bara einar fýra tímar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo