Skúlablaðið: Í sambandi við at nýggjur barnaskúli verður bygdur í Fuglafirði, er spurningurin um forskúla í Fuglafirði aftur aktuellur.
- Spurningurin um forskúla hevur ofta verið uppi at vent í Fuglafjarða skúla. Í Fuglafirði hevur kommunan eitt tilboð til børn í 6 ára aldrinum á Kambsdali, kommunan metir, at hetta er eitt haldgott tilboð. Men við ætlanini at byggja ein nýggjan barnaskúla, er gjørt av at byggja høli til ein forskúla og frítíðarskúla.
- Tað er tó eingin avgerð tikin enn, um forskúlin skal vera undir skúlanum ella kommununi, tað vil siga við somu leiðslu sum í tilboðnum á Kambsdali.
- Bygginevndin hevur mælt til at seta á stovn forskúla, meginparturin af starvsfólkunum í skúlanum, serliga leiðarin, ynskir ein forskúla, men skúlastýrið er ikki samt um málið, sigur Ólavur Thomsen, skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo