Fólkaheilsuráðið: Ársins roykfríi skúli er á Skúlatrøð í Klaksvík, og tað er 5. a í samanlagdi skúlanum í á Skúlatrøð, sum vann kappingina.
72 flokkar tólku lut í kappingini, harav 52 av teimum luku treytirnar at vera roykfríur skúli. Vinningurin var ein konsert við Danny & the Veetos.
Talan gjørdist eisini um nýtt met í luttakarum. Gamla metið var frá 2013, tá 55 flokkar luttóku, og 49 flokkar kláraðu at vera roykfríir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo