Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í dag er ráðleggingardagur í samanlagda Kommunu- og Venjingarskúlanum. Eitt av evnunum í morgun var framløga hjá Biritu Wardum, býararkitekti, um komandi Skúlan á Fløtum, og frágreiðing frá Heðini Mortensen, borgarstjóra, í hesum sambandi.

Borgarstjórin greiddi frá, at byggiverkætlanin úti á Fløtum ivaleyst verður enn ein slóðbrótandi skúlaverkætlan bæði fyri borgarar og næmingar í Tórshavnar kommunu. Á nýggjárinum løgdu gomlu skúlarnir formliga saman við nýggja navninum Skúlin á Fløtum. Ein samanlegging av tveimum góðum traditiónsríkum skúlum í sjálvum sær er ein krevjandi tilgongd, har næmingar og lærarar skulu samansjóðast og nýggi skúlin finna beinini. 

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo