Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fríggjadagin hevði Birita Wardum, býararkitektur, framløgu á ráðleggingardagnum hjá samanlagda Kommunu- og Venjingarskúlanum.

Skúlin av Fløtum verður bygdur í 3 byggistigum. 1. byggistig verður handað í juli 2018, so verða fasurnar endurtiknar. 2. byggistig verður handað juli 2019 og 3. byggistig verður handað juli 2020.

Birita Wardum greiddi neyvt frá, hvussu ein tílík stór byggiverkætlan hongur saman, hvat ætlanin fevnir um, hví tað tekur so langa tíð og hvør ger hvat. Hetta er størsta verkætlan hjá Tórshavnar kommunu nakrantíð.

Samanlagt er talan um eina langa tilgongd frá politisku avgerðini, byggiskránni, hugskotskappingini, skipanarhugskotinum, partalagnum og til prosjektuppskotið. Síðan kemur forprosjekt, høvuðsprosjekt, útbjóðing, bygging, avhending og garantisýn.

Aftaná var upplýsandi spurnarløta, har Birita Wardum, býararkitektur, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, svaraðu spurningum. Fólk tóktust sera nøgd við spennandi framløguna. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo