Skúlablaðið: - Í Føroyum hava vit, samanborið við grannalondini, størsta partin av børnunum í skúlaaldri í fólkaskúlanum.
- Tað er ein sera lítil partur av næmingunum, sum ganga í serskúla. Tankin við einum skúla fyri øll er góður. Vit eiga øll rættin til samfelagið, og skúlin eigur at endurspegla samfelagið.
- Fólkaskúlalógin loyvir einum næmingatali á 26 næmingar í hvørjum flokki. Hetta eru børn við ymiskari bakgrund, ymiskum evnum at læra, ymiskari skúlatilgongd og mangt, mangt annað. Hesi børnini verða sett saman í somu skúlastovu, tey fáa somu undirvísing, sum lærarin tilpassar einstaka næminginum. Hetta metir landið vera eina góða loysn, øll fáa eins undirvísing, øll eiga tí somu møguleikar.
Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar
Les meira her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo