Føroya Kærustovnur hevur broytt eina avgerð hjá TAKS um at leggja meirvirðisgjald á gullmyntir, sum kærarin hevði keypt uttanlands og flutti inn til landið í mai í fjør.
Tað kemur ikki fram í málinum, hvussu stór upphæddin er, sum kært er um.
Men TAKS helt fast um, at tá talan ikki var um myntir sum kundu brúkast ella einaferð høvdu kunna verið brúktar sum lógligur gjaldsmiðil, so skuldi mvg gjaldast av virðinum.
Kærarin var ósamdur, og vísti til eina áseting í mvg lógini, sum frítekur millum annað slíkar myntir fyri mvg.
Kærustovnurin gav kæraranum rætt, og vísti á, at sum málið var upplýst, so eru myntirnar útgivnar av einum tjóðbanka.
Føroya Kærustovnur avgjørdi tí at broyta avgerðina hjá TAKS, so meirvirðisgjald ikki skal leggjast á myntirnar, sum kærarin hevði innflutt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo