Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í drúgva innlitinum sum VP hevur fingið í dag viðvíkjandi málinum um Vestmanna skúla, so er eisini eitt skriv frá skúlastjóranum Alis Højsted.

Skúlastjórin skrivar í fyrstu reglunum:

- Eg havi móttikið og lisið skrivið frá 18 starvsfólkum í Vestmanna skúla og eri sera hørm um íkomnu støðuna.

- Kæran og umrøðan í miðlunum hevur nærum sett skúlan í undantaksstøðu, har spurnartekin hevur verið sett við sjálvt grundarlagið undir skúlans virksemi.

Og víðari sigur skúlastjórin, at tað at kæruskrivið verður umrøtt í einum av stórstu fjølmiðlunum sama dag, sum tað verður sent myndugleikunum, umframt at eitt av starvsfólkunum ger samrøðu við sama miðil, hevur fingið sera óhepnar avleiðingar fyri skúlans virksemi og tey foreldur, ið fyrr høvdu álit á skúlanum sum eitt trygt stað við góðum gróðrarlíkindum fyri læring og sosialari samveru.

- Eg ivist onga løtu í, at umrøðan hevur givið flest øllum foreldrum ein sera stóran hvøkk,  ja, so stóran, at spurningurin um tryggleikan og uppalingarumstøðurnar yvirhøvur hjá teirra børnum í skúlanum, má hava verið til umrøða heima við hús.

- Ein onnur avbjóðing hevur verið tíðspunktið kæran bleiv almenn. Vit eru øll spjadd í summarfrítíðini, so møguleikin fyri einari náttúrligari viðger saman við starvsfólki og foreldrum hevur ikki verið møguligur.

- So fyrsta fokus verður at endurskapað álitið hjá foreldrunum á sjálvan skúlan og tey starvsfólk, ið starvast har. Foreldrini skulu ikki vera í iva um, at starvfólkini í skúlanum eru før fyri at røkja sínar námsfrøðiligu- og fakligu uppgávur.

Og víðari skrivar Alis Højsted í hesum brotinum í skrivinum til Mentamálaráðið:

- Fyri at røkka hesum málið, skal starvfólkabólkurin vera tilreiðar at gera tað, ið krevst, tvs. at síggja burturfrá siðvenjum viðvíkjandi starvsuppgávum, tíma- og lærugreinabýtið, garðvaktum o.s.fr. Ein av hornasteinunum í tilrættaleggingini hjá leíðsluni verður tí at brúka royndar, fjølútbúnar og fjøltáttaðar lærarar millum allar næmingarnar. Við lýsingunum av læriumhvørvinum í kæruni, er alneyðugt at brúka allar streingir, skúlans starvsfólk hava. Sita hesir ídag við serligum uppgávum, taka aðrir yvir hetta skúlaárið, um tað verður hildið neyðugt.

- Ein annar hornasteinur verður at endurskapa Vestmanna skúla sum ein skúla. Hetta verður m.a. gjørt fyri at gera betri nýtslu av førleikum og menniskjaligum eginleikum í starvsfólkahópinum. Skúlin er alt ov lítil til at verða uppdeildur í fleiri eindir.

- Starvsfólkini hava tveir ráðleggingardagar, áðrenn vanliga skúlagongdin hjá næmingunum byrjar. Á hesum báðum døgunum verður m.a. arbeitt við, hvussu vit endurskapa álitið hjá foreldrunum aftur, og fara vit saman út og greiða foreldrunum frá hesum.

- Tá leiðslan kunnar lærararnar um á- og tiltøkini, verður umhugsað at bjóða umboðið fyri Undirvísingarstýrið og Lærarafelagið við sum observatørar uttan talurætt. Hetta verður gjørt fyri, at tað, ið sett verður í verk, er innanfyri sáttmálan og a ðrar reglu- og kunngerðir á økinum.

- Fundur fyri øll foreldur verður so kvøldið fyri skúlaársbyrjan (17.08.22) kl. 19.00, har leiðslan leggur á- og tiltøkini fram fyri foreldrunum. Eisini greiðir leiðslan frá bygnaðinum av tímatalvuni og komandi skúlaárið.

- Morgunløtan verður flutt frá kl. 9.20 til skúlabyrjan kl. 8.00. Allir næmingar byrja skúlan tá og er hetta ein vælvald løta at geva tað kunning, ið er aktuell fyri dagin. Løtan annars verður eins og skúlin sjálvur hildin í einum kristnum anda, har m.a. gevandi tekstir, bøn og sangur koma at bera samveruna.

- Eitt annað mál, sum javnan hevur verið til umrøðu í miðlunum, er rætturin hjá landstýrisfólki at velja milium tey innstillaðu og tagnaðarskyldan hjá setanarbólkinum. Hetta mál hevur als einki við leiðslu skúlans at  gera, men tað hevur verið sera óheppið og tyngjandi, at fakligi førleiki mín í mun til annan umsøkjara hevur verið umrøddur alment farna skúlaárið.

Les eisini:

Undirvísingarstýrið: Skúlastjórin rendi seg í eina rættiliga óvanliga avbjóðing

Óvissa valdar framvegis í Vestmanna Skúla

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo