Rigmor Dam landsstýriskvinna hevur sett Regin Marnersson í starvið sum skúlastjóra í Skúlanum á Fløtum. Regin er 37 ára gamal og tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 2005.
Regin hevur tikið akademi merkonomútbúgving í leiðslu, skeið í persónligari leiðslumenning, stakgrein í verkætlanarleiðslu og er tikin inn á námsfrøðiligu leiðsluútbúgvingina á Setrinum.
Regin hevur starvast í skúlaverkinum í mong ár, sum lærari í Tórshavnar Kommunuskúla frá 2005 til 2012, sum varaskúlastjóri og seinni sum stjóri í Skúlanum á Giljanesi frá 2012 - 2015 og hevur frá 1. mars 2015 verið stjóri í Námi.
Regin tekur við starvinum sum skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum 1. august 2017.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo