Tað eru tómir skúlagarðar og skúlar nógvastaðni, tí bæði fólka- og miðnámsskúlarnir eru nógvir stongdir í morgin.
Orsøkin er, at Føroya Lærarafelag og yrkisfelagið hjá teimum ið starvast á miðnámsskúlunum fara í samhugaverkfall við sjúkrarøktarfrøðingunum.
Eitt nú skrivar Glasir á heimasíðuni, at ongin skúlagongd verður á Glasi fríggjadagin 3. novembur 2023 vegna samhugaverkfall. Heitt verður á næmingar um at fylgja við á heimasíðuni hjá Glasi, har kunnað verður um støðuna.
Eisini fleiri fólkaskúlar skriva á sínum heimasíðum, at ongin skúlagongd er í morgin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo