Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Íverksetarahúsið: Fríggjadagin 1. mars verður stóra finalan í SkúlaFM, har skúlanæmingar í framhaldsdeildini kring landið fara at kappast um at vinna Gullfræið fyri bestu verkætlanina.

SkúlaFM er árliga kappingin fyri skúlanæmingar í 8. 9. og 10. flokkum kring landið, har næmingarnir sleppa at royna seg við ítøkiligum vinnuligum verkætlanum.
Síðani august hava næmingarnir fingið undirvísing í íverksetan og hava arbeitt við at finna hugskot til nýggjar vinnur og fyritøkur.

Næmingarnir hava lært at arbeiða við egnum hugskotum, og hava síðani ment hugskotið frá tanka til lidna vøru ella tænastu, sum skal kunna seljast ella veitast øðrum.

Í hesum arbeiði hevur tað avgerandi týdning, at næmingarnir skilja, hvørji virði verða skapt í nýggju vøruni, og hvørjir brúkarar fáa ágóða av virðunum, ið vøran hevur. Eisini læra næmingarnir at geva vøruni eitt snið ella búna, sum vekir áhuga, at duga at lýsa vøruna alment og leggja hana fram.

SkúlaFM er ein vinnulig verkætlan, sum setur stovnsetan av egnum virki í fokus. Ein verkætlan, ið er við til at skapa eina íverksetaramentan í Føroyum og geva næmingum møguleika at royna seg sum sjálvstøðug vinnurekandi.

Hanna Jensen, landsstýriskvinna í menta- og skúlamálum, setur finaluna í Norðurlandahúsinum.
Í finaluni leggja næmingarnir fram fyri einum dómarapaneli, sum velur bestu verkætlanina. Tónleikaframførslur verða eisini.

Íverksetarahúsið hevur sum part av sínum virksemi at skipa fyri íverksetan í fólkaskúlanum. Eitt týdningarmikið arbeiði og samstundis ein alneyðug íløga í okkara ungdóm. Um bert nakrir av hesum næmingum fáa ein neista til íverksetaralívið og byrja egna fyritøku, so er nógv vunnið og íløgan væl útgivin.

SkúlaFM er eitt samstarv millum Íverksetarahúsið, Mentamálaráðið og skúlarnar. Tiltakið byrjar fríggjamorgunin 1. mars 2019 kl. 09:30 í stóru høllini í Norðurlandahúsinum og heldur fram til kl. 11:30. Dydnar opna kl.09:00. Tiltakið er alment og ókeypis.

Vinnandi bólkurin fær, umframt heiðurin at vinna, ein kekk uppá kr. 5.000, sum Betri hevur latið og Gullfræið, sum listamaðurin Edward Fuglø hevur sniðgivið. Nr. 2 fær ein kekk uppá 1.500 kr. og nr. 3 fær ein uppá 1.000 kr., sum Føroya Tele hevur latið. Vit takka hesum fyritøkum fyri stuðulin. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo