Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Tølini, sum vórðu løgd fram á fakligum degi, sum Sernám skipaði fyri mikudagin í vikuni, siga ikki alla søguna. Í tølunum eru bara tey, sum fáa heima- og sjúkraundirvísing. Tølini vísa gongdina seinastu fýra skúlaárini. Skúlaárini 2018-2019 og 2019-2020 fingu 40 næmingar heima- og sjúkraundirvísing, og skúlaárini 2019-2020 og 2020-2021 fingu 52 næmingar heima- og sjúkraundirvísing.

- Taka vit tey uppí, sum eru partur av sertilboði, eru tølini nógv størri. Talið av næmingum í sertilboðum er vaksið nógv seinastu árini, úr 131 næmingum skúlaárið 2018-2019 til 228 hetta skúlaárið – tað vil siga nærum ein tvífalding; Skúlin á Trøðni, sum er einasti serskúlin, er ikki íroknaður í tølini. Rættiliga nógv av teimum, sum eru partur av sertilboði, hava havt skúlaaftran styttri og longri tíðarskeið. Skúlafrávera verður ikki nóg neyvt skrásett í Føroyum, og tí vita vita, at vit ikki kenna fullu myndina, sigur Margreth Olsen, stjóri á Sernámi, við Skúlablaðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo