Eftir ætlan skuldu seinastu umførini í Skúlafótbólti verða hesa vikuna og í komandi viku. Men korona-støðan hevur tíverri forða hesum – og er restin av umførunum í Skúlafótbólti 2020/2021 avlýst.
- Vit vilja ikki taka óráð fyri, nú korona-smittan er leys í samfelagnum – og meta tað tí heldur ikki verða rætt at skipa seinastu umførini í Skúlafótbólti, har tað dag um dag høvdu verið savnaði fleiri enn 350 skúlabørn, lærarar og foreldur úr øllum landinum.
- Eins og øll onnur, so eru vit ómetaliga kedd um at hetta gjørdist støðan. Vit eru tó sera fegin um, at áhugin fyri Skúlafótbólti hevur verið so stórur í ár, tí tað hava ongantíð verið so nógv tilmeldaði til Skúlafótbólt áður.
- Vit fara nú undir at fyrireika Skúlafótbólt fyri komandi skúlaár og verður meiri at frætta um mánaðarskiftið august/september hvussu umførini í Skúlafótbólti verða leikt komandi skúlaár. Vit kunnu tó longu avdúkað, at spælt verður í Marghøllini, soleiðis at tað ber til at gera nýtslu av góðu kørmunum, sum eru inni á Oyrunum, bæði til fótbólt, klatring, frælsan ítrótt í Marghøllini og svimjing í Páls Høll, sigur Dennis Holm í fráboðan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo