So hoyrdu vit tað aftur. Framhaldsdeild í Sankta Frans og heimurin gongur undir… Í øllum førum Havnin.
Arbeiðið við Skúlanum á Fløtum steðgar upp, um Sankta Frans fær loyvi til at hava framhaldsdeild, hóttir forkvinnan í Mentamálanevndini hjá býráðnum.
Og ikki nóg mikið við tí: Eisini dagføringarnar av Hoyvíkar Skúla og Sankta Frans skúla verða av ongum, um miðbýarskúlin fær framhaldsdeild, dundrar nevndarforkvinnan.
Men hví skal hetta verða so trupult?
Tað tykist sum at bara tí at nakrir politikarar hava tikið eina avgerð um, at Skúlin á Fløtum skal byggjast, so skal allur dynamikkur í restini av býnum og skúlunum steðga upp.
Lyklaorðið tykist at verða skúlabygnaður. Og hvør skal so njóta gott av hesum skúlabygnaði?
So vítt sum okkara vit og skil røkkur, so eru tað fyrst og fremst næmingar og lærarar, ið skulu húsast undir hesum treytum, sum skúlabygnaðurin setir.
Skuldi tað tí ikki verið sjálvsagt, at skúlabygnaðurin fyrst og fremst tekur atlit til tey og teirra tørv?
Í Sankta Frans skúla er tað eitt greitt ynski hjá bæði foreldrum, næmingum, skúlastýri og lærarum at fáa eina framhaldsdeild á skúlanum.
Hví ikki eftirlíka hesum?
Hví skal skúlabygnaðurin ikki verða ein hjálp hjá næmingunum heldur enn eitt stoppskelti hjá politikarum?
Skal skúlabygnaðurin ikki vera til fyri næmingarnar, heldur enn at næmingarnir skulu vera til fyri skúlabygnaðin?
Nú halda vit, at stundin er komin til at vit vaksnu - foreldur og politikarar - taka okkum saman og fáa gjørt tað, sum er neyðugt fyri at øll okkara børn trívast í skúlaskipanini í Tórshavnar Kommunu.
Fáið Skúlan á Fløtum bygdan og eina framhaldsdeild á Sankta Frans skúla setta á stovn nú, so øll okkara børn stórtrívast.
Bæði tey, ið dáma stórar eindir, eins væl og tey, ið dáma smærri eindir og velja miðbýðin til.
Ikki fleiri undanførslur takk!!!
Foreldrabólkurin fyri framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo