Sunda kommuna: Størsta byggiverkætlan í Sunda kommunu nakrantíð er nú veruliga farin at síggjast í landslagnum.
Fyrr í mánaðanum varð dekk lagt á skúlan og verður hann væntandi innilokaður um jóltíðir í ár. Skúlin og ítróttarhøllin eru mett at kostað áleið 95 milliónir og verður tað fíggjað við lántøku og yvir raksturin.
Skúlin og ítróttarhøllin skulu eftir ætlan takast í brúk um ársskiftið 2019/2020, og tá fáa borgarar í kommununi ein nútímans skúla við øllum hentleikum umframt stásiliga ítróttarhøll, sum er tann fyrsta í kommununi.
Nýggjar myndir verða leypandi lagdar út á heimasíðuna og kunnu síggjast her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo