Tórshavnar kommuna: Skúlabólkurin inni á Gøtu var í gjár og vitjaði borgarstjóran í Tórshavnar kommunu.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, vísti teimum býráðssalin og greiddi teimum frá, hvat eitt býráð er, og hvat eitt býráð ger.
Børnini fingu eisini høvi at spyrja um ymiskt og at siga, hvat tey hildu, at tørvur er á. Summi vístu á, at tey vildu hava eitt nýtt spælipláss.
Børnini greiddu eisini frá, hvat tey fáast við í frítíðini, m.a. hondbólt, fimleik og annað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo