Nú vit stákast til jóla, vita vit eisini, at um eitt hálvt ár byrjar nýtt skúlaár. Vit, skúlaleiðarar, fáa um ein mánað ella so næmingatalið komandi skúlaár og kunnu byrja fyrireikingarnar til skúlaárið 2017/2018.
Tí átti Mentamálaráðið nú at sent út nøkur orð um tey átøk, ætlað eru komandi skúlaár, og í hvønn mun hesi átøk eru partur av eini visjón við fólkaskúlanum.
Skúlin er tungur at flyta, men tað er ikki av illvilja. Orsøkin er, at so øgiliga nógvir faktorar eru í spæli, tá ið broytingar og átøk skulu gerast innan skúlagátt. Tí er tað sera umráðandi, at vit geva okkum góðar stundir til fyrireiking.
Eg havi ofta sett fram ynski, at Mentamálaráðið skipar tveir árligar skúlaleiðarafundir. Tann fyrra um heystið, at práta um skúlabyrjanina, royndir – og í ár eisini skúlastýrisvalið. Seinni fundurin – um várið – kundi verið at tikið í aftur átøk fyri komandi skúlaár og í hvønn mun skúlaleiðarar finna samstarv innan ymisk øki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo