Hoyvíkar kirkja: Mikukvøldið 28. august verður tann fyrsta skrúvuguðstænastan í Hoyvíkar kirkju eftir summarfrítíðina.
Byrjað verður kl. 17.30 í kirkjuni, og síðan verður farið niður í Kirkjukjallaran til eina máltíð.
Skrúvuguðstænastan hevur verið fastur táttur í Hoyvíkar kirkju í nógv ár, og hevur verið væl umtókt millum barnafamiljur og onnur. Her er høvi at steðga á eina løtu og hoyra eina søgu, hitta fólk og fáa ein døgurðabita.
Verið vælkomin!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo