Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Gamla Seglhúsið í Klaksvík fer nú undir at samskipa og útgeva bók um Seglhúsmenninar í Klaksvík.

Teir og virksemi teirra var ein týðandi liður í menningini av Klaksvík í farnu øld og nógv søguríkt tilfar kemur eftir ætlan út í bók komandi ár.

Í bókini Havi og Vit hjá J.Símun Hansen, skrivar rithøvundurin soleiðis um Joensen & Olsen, Segl- og reiðaravirki.

Hans Erik Olsen úr Heimistovu á Uppsølum var í ungum árum fiskimaður, førdi síðan skip í fimm ár og átti bæði Vigil Star og Phebe, men legðist so upp á land at seyma segl saman við Jógvan Joensen, Jógvan Segl nevndur, sum eftir at hava verið í Esbjerg og lært, byrjaði at seyma segl í 1906. Í fyrstuni hildu teir til heima á Biskupsstøð, seinni úti í Klaksvíkini, men í 1920 bygdu teir sær egið hús í Víkunum. Meðan Jógvan tók sær av seglvirkinum, hevði Hans Erik framvegis góðan hug til sjógvin; í 1923 gjørdist hann medeigari í Kvikki, trý ár seinni í Sigurfarinum og reiðari við. Rættuligt reiðaravirki byrja teir tó ikki fyrr enn í 1934, tá teir keypa “Norðborg” og fara at handla. Tvey ár seinni keypa teir í felag Sigurfari, í 1938 sluppina Esther, Streymoy í 1950, Háenni í 1954 og í 1959 línubátin Jógvan S. Úti á Norðborg varð í 1950 bygt nýtt stórt fiskahús við turkaríi og í 1955 keyptu teir Hvíthús til handil. Virkið varð í 1953 gjørt til partafelag.

Stál línuskipini, Jógvan S, Pison, Kvikk, Hans Erik og Sigurfari hava skúlað mangan sjómannin upp á nær og fjarleiðum, serliga við New Foundland – og á Flemish Cap.

At fara undir slíkt bókaverk er bæði krevjandi og áhugavert. Í hesum sambandi verður tað ein ritstjórn, sum kemur at taka sær av innsavnan og skráseting av tilfari, og verður heitt á øll, sum hava søgur, myndir og annað viðkomandi tilfar viðv. virkseminum hjá Seglhúsmonnunum, um at venda sær til ritstjórnina.

Í ritstjørnuni eru, Símun Gullaksen, Heri Olsen og Heri Ellingsgaard.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo