Semjuskjalið um samstarv millum Føroyar og ES prógvar enn einaferð, at vit ongan veruligan veg eru komin, tá tað snýr seg um markaðaratgongd fyri føroyskar vørur á ES-marknaðinum.
Løgmaður og forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, hava í dag undirskrivað eitt skreytblað – semjuskjal – um yvirskipaða samstarvið millum Føroyar og ES.
Eitt skreytblað, sum prógvar, at vit als ongan veruligan veg eru komin, tá ið tað snýr seg um at fáa marknaðaratgongd fyri førosykar vørur á ES-marknaðinum.
Og tað ringasta av øllum er, at vit góðtaka, at einki hendur.
Innihaldið í skreytblaðnum eru tóm orð.
Í áratíggju hava skiftandi landsstýrið roynt at fingið betri marknaðaratgongd fyri føroyskar vørur til ES-marknaðin. Uttan úrslit.
Orsøkin er einføld; vit hava ikki dugað nóg væl at nýtt tær “lagaligu løturnar”, og tí hava vit einki fingið burturúr.
Okkum tørvar broytingar í handilsavtaluni millum Føroyar og ES. Alt annað er uttanumtos.
Vit verða snøgt sagt hildin fyri gjøldur.
Nú er nokk tosað og skrivað.
Tað einasta, sum telur, er ein ítøkilig avtala millum partarnar.
Jacob Vestergaard, tingfólk fyri Fólkaflokkin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo