Afturvendandi mentanartiltakið í Vestmanna, Vestmannadagarnir, hevur mangt og hvat á skránni, bæði til børn og vaksin.
Dagarnir verða frá 6. til12. september, og hetta er áttanda ferðin at skipað verður fyri tiltakinum.
- Skipað verður fyri fyrilestri, áhugaverdum gongutúri við frásøgufólki, lista- og søguligum framsýningum, verkstøðum, grill og kappingum. Eisini verður tónleikur á skránni fleiri av kvøldunum, skrivar kommunan millum annað á heimasíðuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo