Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tjóðsavnið: Í Sumba verður føstulávint hátíðarhildin á heilt serstakan hátt. Føstulávintshaldið er altíð leygardagin fyri føstulávintsmánadag. Dagurin byrjar við, at kommunan skipar fyri morgunmati í skúlanum. Á middegi møta tey, sum skulu sláa tunnu, í dansistovuni í búnum - hvíta skjúrtu, flagglitt silkiband og rósu, kaskett og myrkar buksur. Øll velja eitt nummar, sum ásetur eina ávísa raðfylgju undir tunnusláingini, og síðani verður marsjerað oman til tunnurnar í røttu raðfylgjuni. Menn og kvinnur sláa hvør sær, og øll hava sín egna flagglitta kepp at sláa við.

Um kvøldið er borðhald við lokalum skemti, felagssangi og dansi.

##med2##

Útinnan av føstulávintshaldinum í Sumba
Fyrireikingarnar byrja langt áðrenn. Ein fyrireikingarbólkur samskipar tiltakið, og nógv fólk, bæði yngri og eldri, vilja fegin hjálpa til. Atgongumerki til tunnusláing, borðhald og dans verða seld tvær vikur undan tiltakinum. Luttøkan er avmarkað til 180 fólk, og aldursmarkið er 16 ár. Ein bólkur hittist nakrar vikur áðrenn at gera tunnurnar til. Munur er á tunnunum. Mannfólkatunnan verður styrkt við einum eyka lagi innan. Kattarnir inni í tunnunum eru jarnkúlur. Fyrr vórðu tunnurnar lagdar í vatn fyri at styrkja tær, men hetta verður ikki gjørt longur, av tí at tunnusláingin skal helst vera liðug áðrenn borðhaldið kl. 19.

Dagurin byrjar við felags morgunmati í skúlanum, og síðan møtast øll aftur í dansistovuni á middegi. Tey, sum luttaka í tunnusláingini, eru í hvítari skjúrtu, silkibandi og rósu, og tey flestu hava kaskett. Øll velja eitt eitt nummar, sum ásetur raðfylgjuna undir tunnusláingini. Snapsur verður skonktur, og øll marsjera oman til tunnurnar í rættari raðfylgju. Kvinnur og menn sláa hvør sær við hvør sínum keppi.

Alt eftir veðrinum verður farið tvær til tríggjar ferðir niðan í dansistovuna at dansa føroyskan dans í uml. ein tíma. Tá øll hava fingið hitan, verður aftur farið undir at sláa tunnu. Tá báðir kattarnir eru slignir niður, verða kattakongarnir bornir niðan í dansistovuna, har dansað verður til borðhaldið byrjar klokkan 19.

Siður er, at sunnbasangurin er fyrsti sangur, ið sungin verður, og hann verður altíð sungin tvær ferðir. Undir borðhaldinum fáa kattakongarnir heiðursmerki, og skipað verður fyri undirhaldi, felagssangi og radioskemti. Skemtið er lokalt, so øll fylgja væl við, hvat hendir gjøgnum árið. Tá borðhaldið endar, hjálpa øll til at rudda og so er dansur til klokkan 4.

Føstulávintshaldið hevur stóran týdning fyri bygdina. Tey, sum luttaka, eru meginparturin sumbingar. Tiltakið hevur so mikið stóran týdning fyri sumbingar, at tey, sum eru flutt av bygdini ella búgva uttanlands, velja heldur at koma heim til føstulávint enn til jóla ella páskir. Øll gleða seg til dagin og nógv verður gjørt burturúr, flestu húsini í bygdini hava opnar dyr og bjóða okkurt gott.

Serligir lutir og amboð, sum verða brúkt, eru tunnur, keppar, búnar, sanghefti og flagglitt pynt til borðhaldið.

##med3##

Søga og bakgrund
Føstulávintshaldið verður útint eins og áður, men hevur ment seg við undirhaldi og orkestrum. Endamálið er tað sama – at halda føstulávint og sláa tunnu. Búnin, føroyski dansurin og sangirnir ganga aftur.

Tunnuslátturin er í øllum førum yvir 100 ár, og fyri umleið 55 árum síðani byrjaði mann at hava veitslu um kvøldið. Hvaðani búnin er,og hví mann byrjaði at fara í búna, er ilt at vita. Myndir eru frá 1908, har búnin er í brúki. Vit vita, at tunnusláing var undir 2. heimskríggi, og tá varð búnin brúktur.

Í fyrstani vóru tað bara mannfólk, sum slógu tunnu. Mett verður, at konufólkini komu uppí í 1950-árunum.

Miðlan og frásøgn
Børnini í Sumba kenna ikki til at lata seg í grýluklæði, tá tey sláa tunnu føstulávintsmánadag. Tey eru í búnum. Meðan tey vaksnu sláa tunnu, hyggja børnini at, og soleiðis verður tað borið víðari frá barnsbeini. Nógv ung í Sumba gleða seg til tey vera 16 ár, tí tá sleppa tey við. Tað er týdningarmikið at vekja áhugan millum yngru ættarliðini, tí tað eru tey, sum skulu bera siðaarvin víðari.

Tað verður ikki undirvíst, men bara hátíðarhildið tann dagin. Fyrireikingin fyrigongur millum fyrireikingarbólkin, og so verður føstulávintshaldið lýst ein mánað áðrenn. Tað verður ikki lýst alment, men bara í Sumba á Sunnbøarbólkinum og Føstulávintsbólkinum á Facebook. Tiltakið er nú so mikið stórt, at ikki er neyðugt at lýsa meira við tí.

##med4##

Støðan í framtíðini
Støðan í framtíðini er góð. Fyri nøkrum árum síðani var føstulávintshaldið við at detta niðurfyri. Men so vóru tað nøkur í bygdini, sum gjørdu nakað við tað, og vend kom í. Í dag eru tað uml. 120 menn og kvinnur, sum luttaka í tunnusláingini. Mann hevur nú gjørt meira burtur úr undirhaldinum, og er farin at bíleggja mat heldur enn at hava heimagjørdan mat. Hetta lættir um fyrireikingarnar.

Tey, ið útinna livandi mentanina og sum hava vitan um siðaarvin
Føstulávintshaldið hevur stóran týdning lokalt og er tann størsti dagurin í árinum fyri flestu sumbingar. Tað eru mest sumbingar og fólk, ið hava tilknýti til bygdina, sum útinna og hava vitan um føstulávintssiðin í Sumba. Tað er ein siður, sum skapar samanhald og tilknýti til bygdina.

--------------

Úrval av bókmentum
Joensen, Jóan Pauli. 1987. Fólk og mentan. Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn.
Joensen, Robert. 1974. Høgtíðir og veitsluhald á vetri. Klaksvík.
Johannesen, Marius. 1979. Føroysk barnaspøl. Bókaforlagið Grønalíð, Tórshavn.
Rasmussen, Rasmus. 1985. Sær er siður á landi. Emil Thomsen. Tórshavn.
Weihe, A. 1987. Tjóðminni. Forlagið Fannir.

Aðrar keldur
snar.fo/fostulavint

Kringvarp Føroya
Við Tórði á túri til tunnusláing í Sumba
Dokumentarur um føstulávint í Sumba

-------------

Skráin Livandi mentan
Livandi mentan og siðaarvur kann lýsast sum nakað sum verður borið víðari frá ættarlið til ættarlið, hann verður endurskaptur av menniskjum í samspæl við náttúru, søgu og samtíð. Ætlanin við skránni Livandi Mentan er at vísa á tað ríkidømi og margfaldi av siðaarvi, ið er í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo