Skráin fyri Vísindavøkuna 2021 er nú klár.
Vísindavøkan verður í Sjóvinnuhúsinum tann 24 september.
Ein rúgva av stuttum framløgum, 20 í alt, verða í Kongshøll frá kl. 8.30 til kl. 15.30.
Høvuðsevnið er gransking og falskunning. Evnið er sera aktuelt, tí fleiri og fleiri dømir eru um, at fólk heldur trúgva ógrundaðum pástandum heldur enn próvgrundaðari gransking. Sosialu miðlarnir gera tað sera lætt at seta fram meira ella minni villar pástandir, sum spjaða seg við rúkandi ferð og eru sera truplir at mana aftur í jørðina. Hetta hevur verið sera sjónligt í koronutíðini. Eisini onnur evni verða viðgjørd í framløgunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo