Skráin fyri Mentanarnáttina á Tvøroyri, fríggjadagin hin 27. mai 2022, er nú tøk, talgild.
Nógv er gjørt burturúr degnum. Á skránni eru alskyns tiltøk, so sum tónleikur, framløgur, framsýningar, list, matur, barnatiltøk og mangt annað. Í komandi viku verður skráin borin út til øll húsarhald í Suðuroynni og kemur eisini at liggja frammi ymisk, almenn støð í oynni.
Mentanarnáttin hevur ment seg fyri hvørt ár, seinastu mongu árini og er nú vorðin ein dagur, ið ikki einans savnar suðuroyingar, men eisini vitja sera nógv fólk úr hinum oyggjunum. Kommuna, vinnulív og stovnar síla seg henda dag út og á hvørjum horni í miðbýnum hendir okkurt.
Hjartaliga vælkomin á Mentanarnátt á Tvøroyri.
Sí talgildu skránna: TRÝST HER
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo