Í komandi viku verður serligt fokus vent móti fjølbroytni í býnum. Diversity Week, ið verður 1.-5. oktober, fer gjøgnum alla vikuna at varpa ljós á viðurskifti, ið knýta seg til fjølbroytta mentanarlandslagið í kommununi.
Spurningar, ið verða umrøddir á Diversity Week, fevna um barnauppaling, og hvussu vit læra børnini at skilja eina fjølbroytta verð, hvussu ung fóta sær millum tvey ymisk mentanargrundarløg, umframt eldramentan í øðrum londum.
Harafturat verður ein serlig málráðstevna við fokus á vaksnamannafrálæru í føroyskum sum fremmandamál á skránni, tónleikur, filmssýning og ein serlig myndaframsýning, ið kann síggjast alla vikuna.
Niðanfyri ber til at síggja fullfíggjaðu skránna á føroyskum og enskum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo