Whisky-fløska, The Macallan frá 1926, sum auksjónshúsið Sotheby's í London kallar "virðismiklasta whisky í heiminum", var í gjár seld fyri 2,1 milliónir pund ella knappar 17,8 milliónir krónur.
Mett var at sjáldsama fløskan fór at verða seld fyri millum 750.000 pund og 1,2 milliónir pund.
Sotheby's sigur, at hetta er nýtt met fyri eina fløsku av brennivíni - uttan mun til innihaldið, skrivar TV2.
A bottle of The Macallan 1926, described by Sotheby's auction house as the "most valuable whisky in the world," has gone under the hammer for a record £2.1 million ($2.7 million).https://t.co/9Om7QCJXes pic.twitter.com/vUNeuOAspW
— AFP News Agency (@AFP) November 18, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo