Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað tykist løgið, tá mál eru uppi at venda á heilsu- almanna- og útbúgvingarmálsøkjum, tá hesi dagliga – hvønn einasta dag – tørva alt meiri pening og fara altíð at hava hendan ómettliga tørv, at skotriðurnar duna haðani ímóti ”brúgvum, kajum og undirsjóvartunlum” o.s.fr., og so sjálvandi, at frumvinnan skal gjalda meiri enn hon longu rindar. - Hesi frambrot fáa skuldina fyri, at eitt og annað ikki virkar á almenna rakstrarøkinum í samfelagnum!

Hesi uppáhald sum so ofta koma fyri, eru ov bílig og ov grunn og hava tí ikki víst seg at bera uppi. Hesi eru ”løtt offur” ár eftir ár, tá almennir leiðarar o.l. sleppa framat sentralistiskum mikrofonum. - Hesi uppáhald eru úttaglað og hava mist virði og vekt í veruleika, men sleppa vanliga at standa ósvarað.

Í seinastuni – umframt tað, sum hevur verið á skrift – hava bæði aðalstjórin í Almannaverkinum og forkvinnan í Landsfelag Pensjónista, aftur rikið fram undir og beinleiðis sagt, at ”orsøkin til peningatørvin til rakstur”, eru ”kajir, brúgvar og undirsjóvartunlar”.

Hava givið ”inntøkuført vælferðarsamfelag”
Lat tað verða sligið fast, at bæði ”brúgvar, kajir og undirsjóvartunlar” – í øllum førum Vága- og Norðoyatunlarnir, sum hava verið peningamaskinur – hava m.o. lagt grundarlag undir, at Føroyar og vinnan í Føroyum hevur skapt eitt hendinga ”inntøkuført” vælferðarsamfelag, sum aftur hevur gjørt at - eftir bestu ”Parkinsonslóg” - hava hundraðir og aftur hundraðir milliónir krónur í ávísum førum ótarnarðar kunnað fossað út til almennar rakstrarútreiðslur.

Havi alla respekt bæði fyri forkvinnu Landsfelag Pensjónista og aðalstjóranum í Almannaverkinum og mongum øðrum,  veit, at tey gera tað tey kunnu og tí hava ávísa vekt av tí, tey siga og skriva, tí líkist ongum, at tey ikki lyfta málið á hægri grund!

Seinastu ártíggjuni er framgongdin og peningaríkiligheitin ein orsøk til, at almenni raksturin og ovurnýtslan í almennum rakstri so sjáldan við sparsemi fyri eyga verið tikin upp til veruliga viðgerð men hildið verður fram og ikki við mýkindum at stovnseta ráð, kontrolerandi nevndir, kanningarnevndir o.m.m.a.

Tað er her ikki bara skotriðurnar eiga at seta inn, men at grivið eigur at verða djúpri, tí, her kunnu fleiri ráð og onkrir stovnar bíða  onkrir heilt óneyðugir - og her kann fáast kapitalur til bæði ”læknar til tey eldru” og at fylla  ein meiri neyðugan tørv til Almannaverkið!

Inntøkur og útreiðslur
Bara ein stuttur, einfaldur men endurstaðfestur status í heila øld og meiri enn tað á inntøkusíðuni fyri at íløgur hava fíggjað vælferð føroyinga:

- ”Kajir, brúgvar og teir báðu undisjóvartunlarnir Norðoya- og Vágatunnulin” hava roynst veruligar pengamaskinur. – Fyristillið tykkum um ferjur oftast gamlar og slitnar við støðugt hækkandi rakstri hildu fram.

- Hugsið tykkum til, um ”kajir og brúgvar og ”annað beton”” hará privatar fyritøkur hava kunnað bygt síni eksporterandi vinnuvirki tað veri seg ”Kósin”, ”Bakkafrost”, ”Varðin” og mongum øðrum í fylgi, sum hevur givið gylt og – eg endurtaki – skapt vælferðina!

Útreiðslusíðan er uppbygd av bæði neyðugum og – kanska eisini óneyðugum stovnum, og øktir stovnar, tí onkrir hava ikki virkað nóg væl, ráðum har tað helst hevði verið klókt at útsett fleiri av onkrum stovnum, nevndum, ráðum - og ikki minst endaleysu ”kontrolerandi” átøkuráðum og nevndum!

Tað er her, sum ongin hugurin er til at fara inn og gera tað, sum eigur at gerast, tí vituligt er, at ”sterka mótstøðan” fyri at lækkað hetta trýstið, er ov sterk!  

Og til seinast haldið uppat at geva ”brúgvum, kajum og undirsjóvartunlum” o.l. skuldina fyri tørvandi pening. Hetta er bæði ov bíligt og ov grunt!

Jógvan við Keldu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo